Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið eru byrjaðar, tá partarnir mikudagin 20. november handaðu hvørjum øðrum krøv fyri sáttmálarnar hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.
Komandi samráðingarfundur verður týsdagin 3. desember.
Sáttmálarnir millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið ganga út 1. januar 2025.
Vanliga samráðingartilgongdin er hon, at partarnir møtast til ein innleiðandi fund til tess at skipa samráðingarnar. Á fyrsta fylgjandi fundinum verða krøv handað, og samráðingarnar byrja so av álvara á triðja fundinum partanna millum. At byrja við kann verða lutfalsliga langt millum fundirnar, men beint áðrenn sáttmálin fer úr gildi, eru rættuliga drúgvir og tættir samráðingarfundir til tess at koma til eina semju, áðrenn sáttmálin fer úr gildi.
Samráðingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við arbeiðarafeløgini verða førdar av nevnd felagsins saman við umsitingini. Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.