Formaðurin í SSF var við til viðtalu hjá pávanum

Leiðslan í evropeiska svimjisambandinum LEN var í dag til privat viðtal hjá Frans páva, í bókasavninum hjá honum í apostólska háborgini í Vatikaninum. Formaðurin í Svimjisamband Føroya (SSF), Rókur í Jákupsstovu, luttók eisini, sum limur í ‘bureaunum’ hjá LEN

(Mynd: svimjing.com).
Kristian Waag Dam
8. juli 2022 kl. 17:09

Leiðslan í evropeiska svimjisambandinum LEN var í dag til privat viðtal hjá Frans páva, í bókasavninum hjá honum í apostólska háborgini í Vatikaninum. Formaðurin í Svimjisamband Føroya (SSF), Rókur í Jákupsstovu, luttók eisini, sum limur í ‘bureaunum’ hjá LEN.

Talan var um stutt viðtal við pávan, tí at heilsustøðan hjá Frans páva ikki er so góð í løtuni, vegna mjadnatrupulleikar. Forsetin í LEN, Antonio Silva, og pávin hildu eina røðu í part, um komandi EM í Rom og um støðuna annars, har ynskið um frið var í hásæti í samband við kríggið í Ukraina.

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein fær heiðurin at møta pávanum. Sambært Rókur í Jákupsstovu var talan um eina heilt serliga uppliving.

- Tit kunnu ætla at hetta var heldur serligt, at sleppa soleiðis inn í hjartað av Vatikan-statinum, fram við sveisaralívverjuna og inn í privata bústaðin hjá pávanum.

Frans pávi, ið gjørdist pávi í 2013, er 85 ára gamal.  

Kelda: svimjing.com