- Tað er altíð ein vandi til staðar, tá tú ert í ítrótti,, at úrslitini ikki laga seg soleiðis, sum tú hevur brúk fyri, og tíverri endaði tað soleiðis fyri okkum í ár, at vit ikki spældu okkum víðari í evropeisku kappingini, og tá tað er har ein stórur partur av pengunum liggur, ja, so sæst tað aftur í roknskapinum.
Tað sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, tá dimma.fo fær orð á hann seinnapartin.
Høvið til samrøðuna er aðalfundurin hjá KÍ, sum var í gjár, har nevndin mátti leggja ein roknskap fram, sum vísti eitt hall uppá 5,4 milliónir krónur.
Les eisini: KÍ: Frá størsta avlopi til størsta hall - 5,4 milliónir í undirskoti
Stór afturgongd
Tað er góðar tíggju milliónir krónur verri enn árið fyri, og tað hevur við sær, at eginognin hjá stoltleikanum hjá norðoyingum er farin úr 6,6 milliónum krónum niður í eina millión – upp á eitt ár.
- Tað er skeivt at siga, at vit høvdu roknað við tí, tí tað gjørdu vit ikki, tá árið í fjør byrjaði. Men umstøður sum raktu okkum á leiðini høvdu tað við sær, at vit ikki rukku teimum inntøkumálum, sum vit høvdu sett okkum, og tað hevði stóra ávirkan á úrslitið, sigur Tummas Lervig.
Sum kunnugt gjørdist KÍ ikki meistari í 2020 og tað hevði við sær, at felagið skuldi spæla í Conference League ístaðin fyri Champions League. Tað er so tað sum tað er, tí fyrri dysturin, sum varð spældur á útivølli í Riga, endaði við sigri til KÍ, og so skuldi tað “bara” avgreiðast í heimadystinum, sum varð spældur í Djúpumýru.
Men KÍ tapti og reyk út úr evropeisku kappingini og har reyk eisini ein møguligur fíggjarligur vinningur.
Les eisini: KÍ: Frá størsta avlopi til størsta hall - 5,4 milliónir í undirskoti
Strika í rokningini
- Tað var ein stór strika í rokningini, eingin ivi um tað, tí tað er í Evropa at tær stóru upphæddirnar liggja. Ikki bara luttøkupeningur, men eisini peningur fyri sjónvarpsrættindi, men treytin er, at tú kemur víðari frá fyrsta innleiðandi umfari. Tað gjørdu vit ikki og tað sæst aftur í tølunum, sigur formaðurin.
Men tað var ikki einasta orsøkin, leggur Tummas Lervig afturat. Hann vísir á, at føroysku fótbóltsfeløgini vórðu hart rakt av koronu í fjør og tað sæst eisini væl á inntøkunum.
Tit høvdu stóran vinning júst av koronu í 2020, vigar tað ikki upp?
- Tað er nokk rætt, men tað hevur ikki ávirkan á árið í fjør. Tað hevði farsóttin í fjør, og tað fingu vit ikki fult endurgjald fyri. Tí ávirkar tað eisini roknskapin, sigur Tummas Lervig.
Les eisini: KÍ: Frá størsta avlopi til størsta hall - 5,4 milliónir í undirskoti
Felagið er í góðum hondum
Sjálvt um formaðurin blankt viðurkennir, at tað ikki ber til hjá felagnum at hava enn eitt so vánaligt roknskaparligt úrslit afturat í ár, so er hann ikki bangin fyri at sissa øll tey, sum eru góð við felagið.
- Tá vit løgdu roknskapin fram í fjør høvdu vit tey “scenariir”, eitt “worst case” og eitt “best case”, og tíverri endaði árið í fjør roknskaparliga við at taka ta verru leiðina. Ítróttarliga gekk tað hinvegin væl, tí vit vunnu meistaraheitið, og tað hevur longu tryggjað okkum væl hægri evropeiskar inntøkur enn í fjør, sigur Tummas Lervig.
Hann leggur tí dent á, at tað ikki eru myrk skýggj á luftini, tá tað snýr seg um fíggjarligu støðuna.
- Felagið er í góðum hondum. Vit hava sett út í kortið fyri nøkrum árum síðan við tí endamáli at styrkja felagið, og ta kósina halda vit. Ja, vit høvdu eitt vánaligt roknskaparligt ár í fjør, men vit eru sannførd um, at vit koma væl burtur úr árinum í ár, bæði ítróttarliga og peningaliga, sigur formaðurin í KÍ.