Formaðurin hjá Víkingi ikki kunnaður um tilburðin

Sambært formannin hjá Víkingi, Brandi Jacobsen, so hevur Víkinga-spælarin, sum fekk av at vita frá KÍ-venjaranum, bæði við hóttandi orðum, men eisini fysiskt, ikki kunnað formanninum um hendingina

Kristian Waag Dam
26. september 2022 kl. 17:59

- Eg kenni einki til hendinga. Eg havi verið uttanlands í eina viku, so eg veit einki um hatta, sigur formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, tá Dimmalætting spyr hann um eina viðmerking til hendinga, ið fór fram næstseinasta leygarkvøld, tá KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, millum annað bæði hótti og sló ein spælara hjá Víkingi.

Meðan KÍ-spælarar og viðhaldsfólk næstseinasta leygarkvøld hátíðarhildu meistaraheitið, sum kom í hús tað kvøldið, so gekk KÍ-venjarin sansaleysur runt á Havnargøtum og leikaði í.

Sambært keldum hjá Dimmalætting, so fór hendingin millum Mikkjal og Víkinga-spælaran fram uttan fyri Tarv í Vágsbotni næstseinasta leygarkvøld. Spælarin hjá Víkingi fór yvir til KÍ-venjaran at ynskja honum til lukku, men afturfyri fekk hann ein neva beint á bringuna. Haraftrat fekk Víkinga-spælarin eisini at vita frá KÍ-venjaranum, at hann bæði skal knúsa hansara fótbóltsyrkisleið og hansara sivilu yrkisleið.

Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, sigur seg ikki hava nakra viðmerking, tí hann ikki kennir nakað til málið. Sambært formanninum, so hevur spælarin ikki kunnað honum um hendingina.

Dimmalætting hevur roynt at fingið eina viðmerking frá hesum spælara, men hann sigur, at hann ongar viðmerkingar hevur til málið í løtuni.