Nú eru samráðingarnar byrjaðar ímillum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag um nýggjar sáttmála fyri heilsuhjálparar.
Og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at hon væntar, at samráðingarnar verða truplar.
Fyrsti fundurin hevur verið og tá samskiftu partarnar um ymsar trupulleikar í sambandi við komandi sáttmálasamráðingar - og annars gekk sáttmálin ímillum partarnar út 1. oktobur.
Ein trupulleikier, at Heilsuhjálparar vóru ikki eitt av teimum fakfeløgunum ið vóru til samráðingar í 2022, tá lønarkarmurin varð søguliga høgur.
– Hetta skulu okkara limir sjálvsagt hava endurgjald fyri, sigur Mary Antonsdóttir.
Hon sigur, at ein annar trupulleikin er feilurin, sum varð gjørdur tá ið ymsir fakbólkar á umsorganarøkinum, tað eru tey, sum arbeiða í heimarøktini, eldrarøktini og í barnaansingini, fingu eina serliga lønarhækking, ella lønarlyftið, sum tey kalla tað.
Í hesum sambandi hevur Mary Antonsdóttir áður ført fram, at í hesum sambandi roknaði Fíggjarmálaráðið skeivt og gav heilsurøktarunum eitt lutfalsliga nógv størri lønarlyft enn heilsuhjálparararnir fingu.
Úrslitið er, at heilsurøktarirnir fingu eina endaløn uppá 33.491 og endalønin hjá heilsuhjálparunum er 30.500 krónur - eftir lønarlyftið.
– Sambært fíggjarmálaráðnum skuldi munurin millum heilsurøktarar og heilsuhjálpaar vera 2.000 krónur, hevur Mary Antonsdóttir sagt við KvF.
– Men so var ikki tí heilsurøktararnir endaðu við eini endaløn uppá 33.491 krónur. Tað er ein munur uppá 3.491 krónur ímillum starvsbólkarnar. Og tað er ein feilur, sum skal rættast, sigur forkvinnan.
– Vit ásanna, at samráðingarnar kunnu gerast truplar hesaferð, men samstundis eru vit bjartskygd um at vit kunnu koma á mál.
– Hetta umrøddu vit eisini á fundinum við formannin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sigur Mary Antonsdóttir.