Forkvinnan og næstforkvinnan leggja frá sær

Nevndin í Róðrarsambandinum hevur kallað øll róðrarfeløg inn til eykaaðalfund mánakvøldið 30. september, har einasta mál á skránni er nevndarval.

Róðrarsamband Føroya
20. september 2024 kl. 06:06

Í fleiri ár hevur Róðrarsambandið havt trupulleikar við at fáa nýggj fólk í nevndina, sum sambært lógum sambandsins eigur at telja seks limir. Í løtuni eru tó einans fýra nevndarlimir, og hetta hevur lagt eitt óneyðugt stórt arbeiðstrýst á tey fáu, sum manna nevndina.

Tríggir av verandi nevndarlimum hava nú, vegna persónligar orsøkir, biðið um at verða loystir frá nevndaruppgávunum sum skjótast. Harímillum forkvinnan og næstforkvinnan.

Øll limafeløgini fingu kunning um støðuna 19. juli og eru biðin um at finna nýggj fólk til nevndina í Róðrarsambandinum (RSF). Freistin at senda inn uppskot er mikudagin 25. september.

Føroyskur kappróður og luttøka í inniróðri hevur havt undanvind seinastu árini, og tí er tað  hugstoytt at síggja, at áhugin fyri at sita í nevnd er minkandi.

 

Hevur tú áhuga at bjóða teg framm til ein nevndarsess í Róðrarsambandinum?

Set teg vinarliga í samband við eitt róðrarfelag og bjóða teg framm. Tú kann eisini senda ein teldupost til rsf@rsf.fo har tú greiðir frá um teg sjálva/n og tín áhuga í einum nevndarsessi í RSF