- Hetta er stuttligt at vera partur av. Øgiliga stuttligt, tí vit fóru við fyri at menna okkum og fyri at geva leikarunum – og áskoðarunum – eina góða uppliving. Og tað hava vit so ruddiliga fingið.
Tað sigur Anna Dam, forkvinna í H71, sum í løtuni er á einari hondbóltsferð, sum einki annað føroyskt felag nakrantíð hevur verið á. Sunnukvøldið vunnu tær trupla útidystin móti serbiska liðnum ZRK Naisa Nis, sum liggur á fjórða plássi í serbisku landskappingini, og í morgin kunnu hoyvíkskvinnur spæla seg í fjórðingsfinaluna, um tær vinna seinna dystin móti serbiska liðnum. Javnleikur er eisini nóg mikið hjá H71, men tá man hevur vunnið á útivølli, hví so ikki bara eisini vinna á heimavølli.
Men ítróttarligið undanvindurin hevur avbjóðingar við sær. Fíggjarligar avbjóðingar. Tað váttar Anna Dam.
- Vit hava ikki somu møguleikar, sum føroysku fótbóltsfeløgini, tá tey luttaka í evropeiskum kappingum, tí hjá okkum fylgja ikki nakrir pengar við frá EHF. Samanlagt hava vit nokk fingið umleið 18.000 krónur, men útreiðslurnar hjá okkum eru higartil komnar uppá umleið 300.000 krónur, sigur forkvinnan.
Tey bæði fyrstu umførini spældi H71 báðar dystirnar í Føroyum, tað vil siga bæði úti- og heimadystirnar í 1. og 2. umfari, men tað vildu serbar ikki ganga við til. Og tað er skilligt nokk, tí tey hava nakað heilt serligt við áskoðarum í hasum londunum. Tað var eisini orsøkin til, at H71 ikki vildi spæla báðar dystirnar har niðri, og tí er ein dystur í hvørjum landi.
- Tá tú spælir báðar dystirnar á einum stað, so eru útreiðslurnar helvtina minni, og tað hjálpti væl. Men tað bar ikki til hesaferð, og tí gjørdist hetta umfari tað dýrasta, sigur Anna Dam.
Lesið alla samrøðuna við Onnu Dam í prentaðu útgávuni av Dimmalætting, sum fæst til keyps í sølubúðunum, ella við at trýsta á leinkið niðanfyri.
Les meira (haldaragrein): Forkvinnan í H71: Góðu úrslitini kosta
Les meira: H71-kvinnurnar kunnu avgera tað sjálvar