Foreldur vilja ikki koppseta børnini

Heilsumyndugleikarnir mæla til, at børn ímillum 2 og 6 ár verða koppsett fyri influensu - men tað er næstan eingin, sum bítir á

Áki Bertholdsen
24. november 2023 kl. 15:00

Tað er so at siga eingin áhugi yviryhøvur fyri at koppseta børn fyri influensu.

Síðani fyrsta oktobur hevur tað staðið foreldrum í boðið at koppseta tey 2-6 ára gomlu fyri influensu. Børnini verða ikki koppsett við sproytu, men við nasaspray.

Men tað er at kalla eingin áhugi yvirhøvur fyri tí.

Nú síðsta hond verður løgd á fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum spurt Margit Stórá, landsstýriskinnu í heilsumálum, hvussu nógv foreldur lata børnini koppseta fyri influensu.

Men tey kunnu teljast á aðrari hondini, tí landsstýriskvinnan sigur, at tað eru bara fýra børn tilsamans, sum sum koppsett fyri influensu...

Orsøkin til, at heilsumyndugleikarnir mæla til, at børnini verða koppsett, er, at tey eru stór-spjaðarar av influensu.

Børnini ganga upp at hvørjum í barnagørðum og á spæliplássum og duga ikki so væl at ansa eftir. Tí eru tað í stóran mun børnini, sum bera smittuna runt í samfelagnum.

Landslæknin hevur áður greitt okkum frá, at verða børnini koppsett, minkar tað smittuspjaðingina heili 50 prosent. So tá ið mælt verður til at koppseta tey, er tað ikki bara fyri at verja børnini. Tað er nevnliga eisini av stórum, samfelagsligum áhuga.