Foreldur verða ikki kravd eftir gjaldi fyri august

Tey skulu ikki rinda fyri eina tænastu, tey ikki fáa, sigur Tvøroyrar Býráð

Myndin av Mýrifípuni er av heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu
Áki Bertholdsen
29. juni 2024 kl. 12:04

Tá ið arbeiðarafeløgini vóru í verkfalli herfyri, í mai og út í juni, vórðu nógvir stovnar í landinum stongdir tað mesta av einum mánað. 

Ansingarstovnar til børn vóru millum fyrstu stovnarnar, sum vórðu stongdir, tí tey, sum gjørdu reint, fóru í verkfall. 

Síðani hava nakrar kommunur samtykt, at foreldur skulu ikki rinda fyri barnaansingina, ta tíðina, teir vóru stongdir.

Og nú hevur Tvøroyrar Býráð eisini samtykt, at foreldrini skulu ikki rinda fyri eina tænastu, tey ikki fáa. Tí hevur býráðið einmælt samtykt, at foreldrini skulu ikki rinda fyri barnaansingina fyri august.

Tey foreldur, sum ikki hava børn í barnaansing eftir summarferiuna, fáa foreldragjaldið aftur, ið tey annars hava goldið fyri tíðina ansingin var stongd orsakað av verkfallinum.

Tilsamans sleppa foreldrini sostatt undan at rinda einar 250.000 krónur, sum er foreldragjaldið í ein mánað.