Foreldur kunnu fáa bjóðað ókeypis par-skeið

Nýggjur stovnur ynskir at hjálpa pørum, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð

Tíðindaskriv
15. apríl 2021 kl. 11:28

Nú fer stovnurin, MEA - húsið fyri familjumenning, undir at bjóða øllum pørum, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, ókeypis par-skeið. Hetta letur seg gera, nú Almannamálaráðið og fleiri kommunur í Føroyum eru við til at stuðla undir.

- Endamálið hjá MEA er at arbeiða fyri tryggleika og trivnaði í samspælinum millum menniskju. Vit vilja styrkja relatiónir og fyribyrgja mistrivnaði gjøgnum upplýsing og útbúgving – til gleði fyri børn, ung og vaksin. Vit vilja vera við til at styrkja tann einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiðið eftir møguligan skilnað sigur Vígdis Skorheim, ið er leiðari fyri MEA.

- Fyri nøkrum árum síðani gjørdu vit samstarv við Center For Familieudvikling í Danmark, ið hevur arbeitt á hesum øki í fleiri ár, og hevur drúgvar royndir. Vit hava eitt nú skipað fyri ráðstevnum, fyrilestrum og skeiðum, men nú víðka vit um tilboðið, os øll, ið gerast foreldur fyrstuferð, kunnu fáa ókeypis par-skeið sigur Vígdis, ið eisini fegnast um, at løgtingið hevur játtað pening til at arbeiða fyribyrgjandi.

- Vit fara at leggja okkum eftir at koma út í nærum hvønn krók í Føroyum, so tilboðið kann veitast í nærumhvørvinum. Í juni verður heimasíðan dagførd, so møguligt verður at tekna seg til skeiðini, og velja júst tað skeiðið, ið hóvar einum best. Eisini ber til at ringja ella skriva teldupost, upplýsir leiðarin fyri MEA.

Á heimasíðuni www.mea.fo kann lesast meiri um stovnin.