Nú skulu eingi foreldur at pinkubørnum fáa minni enn eitt ávist gjald úr barsilsskipanini.
Tað er ein boðskapur hjá Aksel V- Johannesen, løgmanni, á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinun í morgun.
Tá ið foreldur at pinkubørnum fáa gjald úr barsilsskipanini, verður tað roknað út eftir hvat foreldrini hava tjent frammanundan. Men kortini er tað hámark á, at eingin fær meiri enn 30.000 krónur um mánaðin.
Hámarkið hevur verið 25.000 krónur í meiri enn 20 ár, samstundis sum allar lønir, og allir kostnaðir eru munandi hækkaðar síðani. Tí er tað er nú hækkað upp á 30.000 krónur
Í sama umfari eru umstøðurnar hjá nýútbúnum foreldrum eisini batnaðar so nú telur lestrarstuðulin eisini við, tá í gjaldið úr barsilsgrunninum verður roknað út.
Men sum skipanin er í dag merkir tað, at foreldur, sum hava tjent lítið og einki, fáa eisini lítið og einki úr barsilsskipanini.
– Tað er alneyðugt, at foreldur kunnu vera heima við nýfødda barninum og samstundis varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, sigur løgmaður.
Han vónar, at hækkingin eisini við sær, at fleiri pápar verða freistaðir at verða um børnini fyrstu tíðina.
Samstundis sigur hann, at í heyst verða enn fleiri batar gjørdir í barsilsskipanini. Næsta stigið verður
framt í heyst og tað verður at bøta um korini hjá foreldrum at tvíburðum og fleirburðum, og ov tíðliga føddum børnum
Eisini verður ein skipan sett í verk, har lægsta útgjaldið hækkað, so at øll fáa eitt minstagjald úr barsilsskipanini - og sum heild skal skipanin verða smidligari, so at tað verður lættari hjá foreldrum at leggja barsilstíðina til rættis, sum tað riggar best fyri tey.