Foreldur at dripnum børnum vunnu á Alex Jones

Kendi konspiratiónsteoretikarin skal rinda endurgjald til familjurnar hjá 10 børnum, ið vórðu dripin í skotálopinum á Sandy Hook í 2012.

Steinar Patursson
16. november 2021 kl. 09:29

Konspiratiónsteoretikarin Alex Jones hevur tapt enn eitt sakarmál móti foreldrum hjá børnum, í lótu lív í álopinum Sandy Hook skúlanum í Connecticut í 2012, og rætturin hevur gjørt av, at Alex Jones skal rinda foreldrunum endurgjald.

Alex Jones hevur fleiri ferðir sagt, at álopið á Sandy Hook var ikki veruligt, men at álopið var pallsett av amerikansku stjórnini í einari roynd at innføra strangari vápnareglur. Alex Jones vildi vera við, at eingi børn lótu lív í álopinum, og at talan var um sjónleikarar.

Tjúgu børn og seks vaksin lótu lív, tá 20 ára gamli Adam Lanza fór at skjóta frá hond í Sandy Hook forskúlanum í Connecticut í 2012.

Dómarin gav foreldrunum viðhald, tá Jones ikki vildi lata rættinum tey skjøl, ið hann hevði biðið um, teirra millum skjøl um fíggjarstøðuna hjá Jones.

Alex Jones tapti eitt líkandi mál í Texas í farna mánaði av somu orsøk, og higartil hava familjurnar hjá 10 av børnunum vunnið sak móti Jones.

Advokatarnir hjá familjunum vildu vera við, at Jones forvann pening upp á at spjaða misinformatión um álopið í Sandy Hook.

Søgurnar um Sandy Hook vóru tá ein stórur partur av sendiflatuni á rásini hjá Alex Jones, ið kallast Infowars.