Danska stjórnin fer at gera eitt løgfrøðiligt amboð, ið ger tað møguligt at forða koranbrenningum uttanfyri útlendskar sendistovur í Danmark.
Men skuldi har komið eitt “løgfrøðiligt amboð”, sum forðar avbrenningum, so “eru har aðrir møguleikar, man kann kritisera Koranina uppá”.
Tað sigur formaðurin í Stram Kurs, Rasmus Paludan.
- Tað er ikki so at muslimsk lond einans verða ill um, at Koranin verður brend. Har er ein stórur amboðskassi av øðrum tingum, sigur hann í DR P1 í morgun.
- Man kann gera sera nógv fyri at sýna sína misnøgd, og fleiri av teimum gerðunum ein kann fremja, sum eru ein grafisk atfinning av Islam, er nakað, ið muslimsk lond ikki brýggja seg um.
57 uttanríkisráðharrar í muslimskum londum skulu seinnapartin hittast í Felagsskapinum fyri Islamiskum Samstarvi (IOC), har teir fara at fundast um koranbrenningarnar í Svøríki og Danmark.
Felagsskapurin plagar undir vanligum umstøðum bert at hittast einaferð um árið – men savnast undir “heilt serstøkum støðum” sum hesari.
Diplomatiska ódnarveðrið hevur elvt til, at danska stjórnin nú fer í arbeiðshandskarnar fyri at gera eitt løgfrøðiligt amboð, ið ger tað møguligt at forða koranbrenningum uttanfyri útlendskar sendistovur í Danmark.
Bæði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, strika undir at blasfemi-lógin ikki verður tikin í nýtslu aftur.