Fór út av vegnum tí bremsurnar virkaðu ikki

Bilførari kom illa fyri í Kollafjarðardagil í gjár

Myndina tók Birgir Waag Høgnesen
Áki Bertholdsen
5. juni 2024 kl. 07:50

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur var farin út av í Kollafjarðardali.

Hann var komin eftir Oyggjarvegnum, norðureftir, men tá ið hann skuldi bremsa fyri at taka svingið oman fyri Effostøðina í Kollafjarðardali, uppdagaði hann knappliga, at bremsurnar ikki virkaðu.

Sostatt fekk hann ikki bremsa, men helt leiðina beint fram oman í hagan.

Løgreglan sigur frá bjargingarliðnum, at bilurin fór so mikið langt oman av vegnum, at tað var lættari at bjarga honum av landsvegnum í Kollafjarðardali enn av Oyggjarvegnum.

Bilførarin varð fluttur á Landssjúkrhúsið, men at síggja til hevði hann ikki fingið stórvegis mein.

Bilurin er farin til kanningar á Akstovuni fyri at kanna bremsurnar fyri at staðfesta, hví hann fór útav.