Fór út av á motorsúkklu í Vágum
Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Vágum
Áki Bertholdsen
24. apríl 2024 kl. 07:48
Seinnapartin í gjár, beint áðrenn náttúrðatíð, varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi. Løgreglan sigur, at óhappið hendi stutt frá Vágatunlinum, vágamegin.
Løgreglan sigur, at talan var um ein mann á motorsúkklu sum fór út av og førarin varð slongdur nakað oman frá vegnum.
Løgreglan sigur, at tá ið hjálpin kom til, var førarin við vit, men tey vita ikki, hvussu heilsustøðan er. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi.