1. Hvussu hava kommunustýrini klárað seg farna valskeið?
For nógv bremsa og ov lítið speedari. Borgarstjórar mynda kommunustýrini og teirra persónligi stílur er tískil avgerandi. Hetta skeiðið hava vit í Klaksvík haft ein meira stillføran borgarstjóra í mun til undanfarnu setu.
2. Hvat snýr valstríðið seg serliga um?
Upprudding, viðlíkahald og parkeringsviðurskifit. Vit hava minni og minni at grenja um her í føroya bestu kommunu.
3. Hvussu hava borgarstjórararnir í teimum stórum kommununum klárað seg?
Heðin hevur mist touch’i, Tobbi framúr og Karl hevur sløkt eldar mesta partin av valskeiðnum.
4. Hvat væntar tú av valinum í Tórshavnar kommunu?
Tróndur Sigurðsson verður borgarstjóri
5. Hvat væntar tú av valinum í Klaksvíkar kommunu?
Um fólkaflokkurin kemur í samgongu endurtaka teir ikki gøluna frá seinast og fáa borgarstjóran. Okkurt heilt ungt valevni kemur inn.