Fór inn til unga kvinnu - og sorlaði alt sundur

Maðurin var fullur og varð tikin á løgreglustøðina

Áki Bertholdsen
6. november 2023 kl. 08:58

Beint fyri midnátt í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at melda, at ein maður varð vorðin frá sær sjálvum inni á einum privatum bústaði.

Hann var farin inn til eina unga kvinnu, og har hevði hann brotið og sorla frá hond. Eittnú breyt hann eitt stórt fiskabúr, so alt vatnið rann úr tí, so talan er eisini um vatnskaða.

Maðurin var fullur og løgreglan tók hann við á støðina at sova rúsin av sær, áðrenn hann skuldi avhoyrast í morgum.

Tey stúrdu eisini fyri skammlopi tí at vatni var komið á elektriskar leidningar, so málarin mátti sløkkjast.