Tíðliga í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein maður var komin í neyð í Vágum. Hann var farin ein túr í hagan, út eftir Sørvágsfjørði, har hann sá yvir á Tindholm, men tað var tá ið hann skuldi til húsar aftur, at tað gekk galið.
Tá gekk hann seg nevniliga púra fastan og hann slapp hvørki aftur ella fram. Hann ringdi til konuna at boða frá, at hann stóð púra fastur, tí tað var so hált, at hann slapp hvørki aftur ella fram.
Konan ringdi til løgregluna, og so vórðu boð send eftir bjargingarliðnum og eftir tyrluni. Maðurin var stutt frá Sørvági, hann hevði einar 15 minuttir eftir at ganga til bygdina.
Niðurstøðan var, at bjargingarliðið fór út við báti og tyrlan kom og setti ljóskastaran á fyri at lýsa økið upp.
Bjargingin endaði væl og eina lítla løtu seinni var maðurin trygt í bátinum. Løgreglan sigur, at hann var væl fyri, tí hann var væl útgjørdur til ein túr í haganum ein dag sum í gjár, tí hann var í góðum, heitum klæðum og í góðum fjallastivlum.
Har var bara sum á kalvabaki, so hann hættaði sær hvørki aftur ella fram.