Fór aftan á løgreglubil við longutong upp í loft

Tað varð ein dýrur umgangur hjá einum manni

Áki Bertholdsen
3. september 2024 kl. 07:51

Í gjár gav løgreglan einum mann bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Løgreglan sigur, at ein løgreglubilur var á veg oman ígjøgnum miðbýin í Havn. Men tá ið ein maður sá tað, rætti hann teimum longutong. Løgreglan sigur, at hann fór enntá aftan á løgreglubilinum oman eftir vegnum við longutong á lofti, samstundis sum at hann rópti eftir teimum.

Men so fingu løgreglufólkini nokk, tey steðgaðu og fóru eftir manninum. Og tað varð honum eitt dýrur umgangur, tí hann fekk 1.500 krónur í bót fyri at vísa háðandi atburð ímóti løgreglufólki.