Fór á wc - men sat innistongdur

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina uppgávu av tí meiri sermerkta slagnum

Áki Bertholdsen
1. mai 2024 kl. 08:12

Í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend til eina heldur sermerkta uppgávu. Ein maður var farin á wc, men tá ið hann var liðugur og skuldi út aftur, fór hurðin í baklás.

Bæði hann, og húsfólkið, royndu hvat tey kundu at fáa hurðina upp, bæði við lykli og við amboðum, men alt til fánýtis.

Tí ringdu tey til løgregluna at biðja um hjálp og løgreglan fór eisini til hjálpar. Men heldur ikki hjá løgreglufólkunum eydnaðist at fáa hurðina upp.

So í samráð við mannin, sum sat innistongdur, gjørdu løgreglufólkini ikki mætari enn at bróta hurðina upp - og so slapp maðurin út aftur.