Sunnunáttina varð ein tilburður um kynsligan ágang meldaður til løgregluna.
Løgreglan sigur, at talan er um ein mann, sum er skuldsettur fyri at tvinga eina kvinnu til annað kynsligt samband enn samlegu.
Tilburðurin fór fram á einum wc á einum skeinkistaði í Havn. Tilburðurin varð meldaður beinanvegin og løgreglan kom skjótt á staðið, men tá var gerningsmaðurin rýmdur.
Løgreglan sigur, at hann var kortini tikin sunnudagin. Gerningsmaðurin, sum er útlendingur, varð førdur fyri Føroya Rætt í gjár og har varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyribils.
Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýsa málið út í æsir og so verður málið endaliga avgreitt í rættinum. Løgreglan sigur, at eitt nú eru onkur vitni eftir at avhoyra í málinum.