Fólksligt hornorkestur hevur rundan føðingardag

Tað verður hátíðarhildið í Havn sunnudagin

Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum á ferð í Suðuroy í 1934
Áki Bertholdsen
23. oktober 2023 kl. 08:29

Tað eru nøkur hornorkestur til í landinum  - men neyvan nakað so fólksligt sum hornorkestrið hjá Frelsunarherinum,

Og akkurát í dag, mánadagin 23. oktobur verður hornorkestur Frelsunarhersins 90 ár.

Dagurin verður hátíðarhildin í salinum hjá Frelsunarherinum, sunnudagin 29. oktobur.

Tá verður hátíðarmøtið við hornorkestrinum. 

Hornorkestri fer at spæla nakrar marsjir og onnur løg.

Somuleiðis fara tey eisini at syngja narkrir av teimum góðu, gomlu stríðssangunum. 

Finngerð Djurhuus Olsen, fyrrverðandi muskikkmeistari, og núverðandi varamusikkmeistari, fer at hugleiða um hornorkestri upp í gjøgnum árini.

Korpsleiðarin, Astrid Hansen, fer at hava eina andakt og eftir samkomuna verður ein drekkamunnur at fáa við kafi og lagkaku.

Yey leggja dent á, at hátíðarmøtið er alment og at øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við teimum.