Fólkini handan HBO røðina Game of Thrones fara at framleiða eina nýggja røð av Star Wars-filmum. Tað hevur Lucasfilm váttað fyri E! News fyrr í vikuni.
David Benioff og D. B. Weiss, ið hava framleitt Game of Thrones eru millum bestu søgusigarar í hesum døgum, segði Kathleen Kennedy, stjóri í Lucasfilm.
Nýggju Star Wars-filmarnir eru ikki partur av søguni um Skywalker ella nýggju Star Wars-filmsrøðini, ið varð kunngjørd í november í fjør, og sum verður í trimum pørtum.
Vit kenna okkum heiðraðir av at hava fingið møguleikan, men ábyrgdin er eitt sindur ræðandi, og vit eru sera spentir at fara undir hetta so skjótt sum seinasta sesongin av Game of Thrones er liðug, siga teir.
Enn er ikki vist nær nýggju filmarnir verða lidnir.
Triði og síðsti filmurin í núverandi Star Wars-røðini verður eftir ætlan at síggja 20. desember 2019, og seinasta sesongin av Game of Thrones verður at síggja einaferð komandi ár.