Fólkið tekur undir við uppskotinum hjá Høgna

Uppskotið um burðardygga ferðavinnu hjá Høgna Hoydal hevur undirtøku millum fólkið

Jóannes Hansen
29. januar 2024 kl. 13:45

Spyr.fo hevur fyri Miðlahúsið gjørt kanning, sum vísir, at tað er greið undirtøka fyri uppskotinum um burðardygga ferðavinnu ella gongd í hava, sum tað verður nevnt manna millum.

57% siga seg taka undir við uppskotinum sum tað er, 26% eru ímóti og 16% siga seg ikki vita. 800 fólk svaraðu kanningini, ið varð gjørd sunnukvøldið.

Størst er undirtøkan í Tórshavnar kommunu, har 67% eru fyri uppskotinum og 18% ímóti. Minst undirtøka er í Norðoyggjum, har 36% eru fyri og 41% ímóti.

Av teimum 26%, sum eru ímóti, ynskja 45% (ella 12% samlað) at bóndur framhaldandi skulu kunna krevja pengar inn.

26% av teimum, sum eru ímóti uppskotinum, ynskja kortini, at ferðafólk skulu gjalda, men at gjaldið skal krevjast inn á annan hátt.

17% av teimum halda, at tað ikki er rætt at ferðafólk skulu gjalda, hóast tey ikki ætla sær í hagan.