Fólkið hevur talað og eg virði úrslitið, sigur borgarstjórin í Hvalba. Nú fara vit at tosa um úrslitið, men eg havi boðað frá, at eg ætli mær at virða tað.
Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.
Hvalbingar og sandvíkingar vilja ikki leggja saman við Tvøroyrar Kommunu. Tað er greitt eftir fólkaatkvøðuna í dag.
Tað var rættiliga nógv fólk á valið, tí valluttøkan var heili 93 prosent.
Og tað svitast ikki, at meiriluti var ímóti samanlegging, tí 54 prosent av veljarunum atkvøddu ímóti og 46 prosent atkvøddu fyri.
Janus Thomsen hevur sjálvur talað fyri at leggja saman, so hetta var ikki eftir vild hjá honum.
Men hann sigur, at hann er fegin um, at valluttøkan var so stór. Og hann staðfestir samstundis, at nú hevur fólkið talað.
Tað hevur alla tíðina verið sagt, at talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu og at tað eru kommunustýrini, sum taka endaligu avgerðina.
Janus Thomsen sigur eisini, at bygdaráðið fer at umrøða úrslitið av valinum.
Men hann hevur eisini boðað frá, at sjálvur ætlar hann at virða úrslitið - men hann sigur, at so veldst um, antin meirilutin av bygdaráðnum kemur til eitt annað úrslit.