Fólkatingsvalið: Valskráin hjá Tjóðveldi

Her er valskráin hjá Tjóðveldi til fólkatingsvalið 2022

Tíðindaskriv
6. oktober 2022 kl. 15:02

Framløga av valskránni: Fólkatingsvalið 2022 

Tey ítøkiligu málini og ætlanirnar: 

1. Vit liva í tíðum, har fólkaræðið er undir stórum trýsti um allan heim. Eisini hjá okkum. 

Avgerðir flúgva yvir høvdið á okkum hvønn dag, sum hava stóran týdning fyri okkara  land, okkara samfelag og okkara gerandisdag. Avgerðir, sum onnur taka uttanum  okkum, og sum vit fáa fráboðað frá øðrum, tá ið tær eru tiknar. Vit síggja tað bara  knappliga henda rundanum okkum – uttan at vit eru spurd ella hava samtykt tað. 

- Vit fáa at vita gjøgnum danskar fjølmiðlar, at Danmark og danskir flokkar hava avgjørt  at seta ein hernaðarradara upp hjá okkum. 

- Vit síggja kavbátar og herskip á okkara firðum – uttan at Løgtingið og Føroya fólk hava  samtykt tað ella viðgjørt tað. 

- Vit fáa fráboðan um, hvør kann sleppa inn og út um okkara landamørk – tildømis undir  korona. 

- Vit fáa fráboðan um, at løgreglan í Føroyum verður broytt og at fregnartænastur kunnu  avlurta allar føroyingar. 

- Strategiir verða kunngjørdar um, hvat skal henda í okkara sjógvi og okkara landi, uttan  at Løgtingið og okkara fólkavaldu hava nakra ávirkan. 

- Vit vórðu boykottað á allan okkara útflutning í eitt heilt ár – við donsku stjórnini á  odda og við avgerandi atkvøðuni hjá einum føroyskum umboði. 

- Danmark hevur fráboðað, at eisini á yvirtiknum málsøkjum skal Danmark nú taka  avgerðir, tí nú er tað trygdarmál: Telesamskifti, fiskivinna, handil, mentan. 

- Avgerðir og dagsskráir frá Christiansborg og í ES regna niður yvir okkum, sum  ongantíð fyrr. Og okkara fólkatingsumboðan og okkara fólkatingsumboð verða aktivt  brúkt til at verja hesar avgerðir her heima í Føroyum. Ella tey siga bara onki. 

- Tey verða brúkt til at flyta okkara fólkaræði niður til Danmarkar. Tey verða brúkt til at  súgva okkum inn í danskan politikk og at gera okkum til áskoðarar til tað, sum hendir í  okkara egna landi. 

- Tí stillar Tjóðveldið upp til Fólkatingsvalið. Vit vilja vera vaktarhundurin, sum  umboðar tað føroysku tjóðskaparsøkina og krevur, at avgerðirnar verða tiknar í  Føroyum. Vit fara niður fyri at flyta fólkaræðið og avgerðirnar heim. 

- Heldur enn at verja, at onnur taka avgerðirnar yvir høvdið á okkum og seta radarar  upp í Føroyum, so vilja vit verða ein føroyskur radari á Christiansborg, sum altíð er  aktivur og skannar alt, sum hevur týdning fyri okkum. Og sendir boð og upplýsingar  heim til okkara og gera hart og týðiliga vart við alt, sum hendir. Vit eru altíð til arbeiðis  fyri Føroyar.

2. Vit blanda okkum upp í øll tey mál, sum Danmark sigur seg hava ræðið á. Uttanríkis- og  verjumál. Løgreglu og fongsulsviðurskifti. Rættartrygd og rættarskipan. ES-mál. 

- Í løtuni vendir alt øvut. Okkara fólkatingsumboð siga lítið og onki, tá ið tey málini, sum  Danmark sigur seg hava ræðið á verða avgjørd. Vit vera viðgjørd eins og vóru vit  Langeland ella Bornholm og Læsø. 

- Ístaðin fara okkara fólkatingsumboð niður á Christiansborg at biðja Fólkatingið blanda  seg uppí yvirtikin málsøkir við at biðja um pengar til til dømis ítrótt og mentan, sum vit  eiga at avgera og standa saman um í Føroyum. Fyri at keypa sær atkvøður heima í  Føroyum. 

- Vit gera – eins og áður - avtalur um, at vit eiga sess og hava atgongd til allar tær  nevndir, ið viðgera føroysk mál: Uttanríkisnevnd. ES nevnd. Verjunevnd. Rættarnevnd. 

3. - Tjóðveldi hjálpir og tekur øll mál upp hjá einstaklingum og bólkum, sum koma í  klemmu millum danskar og føroyskar myndugleikar, reglur og skrivstovuveldi. ▪ Lesandi, pensjónistar, sjúklingar, fylgjarar, fólk, sum skulu flyta og kunnu missa  rættindi. 

- Tjóðveldið samstarvar virkið við Føroysku ráðgevingina, MFS, Føroyingafeløg,  samkomur og onnur, sum virka í Danmark og í Føroyum. ▪ 

- Vit taka mál upp um rættin at fáa undirvísing í føroyskum til børn, at hava mentanarligt  og sosialt virksemi, at fáa føroyskan sálarfrøðing til tey, sum tørva tað í Danmark og  mangt annað 

- Markaforðingar = einføld lóg: Føroyskir borgarar skulu altíð hava somu rættindi, sum  norðurlendskir borgarar hava í londunum hvør hjá øðrum. Pensjón, fyritíðarpensjón,  barsilsrættindi til lesandi o.s.fr. 

4. Tjóðveldi útvegar allar upplýsingar, brúkar serfrøði og starvsfólkaorku til at lýsa  avbjóðingar og krøv til at taka tey málini, sum enn ikki eru á føroyskum hondum heim.  - Vit brúka fólkatingsessin til at fáa atgongd til alt neyðugt tilfar, seta spurningar til  danskar ráðharrar og myndugleikar.  

- Loftrúm, rættarskipan, løgregla. 

- Vit reisa støðugt málini á fólkatingi og upplýsa um, hvussu Føroyar hava ment seg í  øllum málum, har vit sjálv taka ábyrgdina 

5. Tjóðveldi brúkar amboðini á fólkatingi til at upplýsa og skapa virðing um øll føroysk  tjóðskaparmál.  

- Tjóðveldi fekk til dømis lýst og sett politisku orkuna í Føroyum á at venda fráflyting til  tilflyting við at útvega hagtøl, upplýsingar og samrøður við føroyskar útisetar. 

- Vit vilja fylgja upp hetta arbeiðið og gera støðugar kanningar og samrøður um útisetar  og ynskini um at flyta heim.  

- Tjóðveldi fekk gjørt Heimsmálini hjá ST til føroyskt mál og evni í Føroyum.  - Vit brúka føroyska og altjóða serfrøði at lýsa og staðfesta við kanningum og  ráðstevnum okkara rættindi og skyldur at vinna burðardygt úr náttúrutilfeinginum  - Vit taka umhvørvisfelagsskapir beint á, og bjóða til ráðstevnur og samrøður, har vit  verja okkara rætt at drepa grind og veiða burðardygt. 

- Vit brúka føroyska og altjóða serfrøði at lýsa okkara mál og rættindi sum tjóð – okkara  politisku og búskaparligu rættindi og okkara rætt at loysa og verða viðurkend av  Sameindu Tjóðum.  

- Vit hava daglig sambond við altjóða stovnar, sendistovur og fara út í heim við  fólkatingsnevndum at tala Føroya søk 

- Fyrsta vit fara undir nú: Kanna og lýsa alt peningarenslið millum Føroyar og Danmark.  Handil, gjøld fyri tænastur, agentur hjá fyritøkum, stroymingartænastur og altjóða  fyritøkur o.s.fr. 

6. Danmark hevur ongantíð viðurkent, at Føroya fólk er ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti.  Tað merkir, at tað eru bert vit – Føroya fólk – ið eiga avgerðina um at gerast  sjálvstøðug tjóð – og at vit hava rætt at samráðast eftir altjóða reglum og rætti uttan  trýst og forðingar.  

- Danmark góðtekur heldur ikki, at vit samtykkja okkara egnu grundlóg, men heldur  uppá, at tað er Fólkatingið og danska stjórnin, sum eigur avgerðina og kann blanda seg  uppí, hvat stendur í okkara grundlóg. 

- Hví skulu tey ikki viðurkenna tað? Hvør er trupulleikin?