Meðan seks ráðharrar og fleiri fólkatingslimir eru farin í sóttarhald, er dagsins atkvøðugreiðsla í Fólkatinginum avlýst.
Koronafarsóttin breiðir seg júst nú á Christiansborg. Nakrir fólkatingslimir eru smittaði, og fleiri ráðharrar eru farin í sóttarhald. Eisini er framsøgumaðurin hjá Vinstra í fólkatinginum og fyrrverandi veðurlagsmálaráðharrin, Lars Christian Lilleholt, innlagdur fyri bæði COVID-19 og lungnabruna. Tað skrivar hann á Facebook:
Harafturat eru fleiri ráðharrar og fólkatingslimir, ið týsdagin siga, at tey eru farin í sóttarhald og fara at kanna seg fyri korona. Hesi eru:
Sosialdemokratiskir ráðharrar:
Løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup
Vinnumálaráðharrin, Peter Hummelgaard
Útbúgvingar- og granskingarmálaráðharrin, Ane Halsboe-Jørgensen
Barna- og undirvísingamálaráðharrin, Pernille Rosenkrantz-Theil
Umhvørvisráðharrin, Lea Wermelin
Ráðharrin fyri matvøru-, fiskarí-, javnrættindis- og ráðharrin fyri norðurlendska samarbeiði, Mogens Jensen
Onnur eru:
Formaðurin fyri konservativa fólkaflokkin, Søren Pape Poulsen
Bólksformaðurin fyri danska fólkaflokkin, Peter Skaarup
Umframt fólkatingslimirnar:
Naser Khader
Kasper Sand Kjær
Karina Lorentzen Dehnhardt
Í dag skuldi atkvøðast um mál í Fólkatinginum, men hetta er avlýst.
Harafturat er dagsins spurnartími við forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, eisini avlýstur.
Kelda: Ritzau og TV2.