Hetta seinasta árið er fólkatalið vaksið 545 fólk, og 1. novembur búðu sostatt 54.557 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur upp á eitt prosent sum er tað sami fólkavøkstur sum hesi seinastu árini.
Hetta seinasta árið er fólkavøksturin komin av einum burðaravlopi upp á 196 og eini tilflyting upp á 349 fólk.
Deyðatalið, sum var óvanliga stórt í fjør, er nú aftur, sum tað plagdi. Hetta seinasta árið eru 610 børn fødd og 414 fólk eru deyð. Tølini vísa eisini, at færri fólk flyta til Føroya, men tað eru eisini færri sum flyta av landinum so tað uppvigar hvørt annað.
Men tann fremsta orsøkin til, at fólkatalið veksur, er, at so nógvír útlendingar flyta til Føroya, serliga úr heilt frammandum londum.
Hagstovan sigur, at fyrr vóru tað danskir ríkisborgarar, sum fluttu til Føroya, men nú eru tað fólk úr øðrum londum í Evropa, enn norðurlondum - og úr londum í Asia.
Hetta seinasta árið vóru tað ríkisborgarar úr Asiu og úr evropiskum londum, uttan fyri norðurlond, sum tilsamans stóðu fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum, sigur Hagstovan.