Sum vit skrivaðu fyrr í dag, er fólkatalið í Føroyum vaksið 420 fólk hetta seinasta árið. Og í roynd og veru er fólkatalið vaksið á hvørjum ári hesi seinastu tíggju árini.
Men tað er rættiliga stórur munur á, hvussu gongdin hevur verið ymsastaðni í landinum. Suðuroyggin er einasta økið, har fólkatalið er minkað hesi árini, men alla aðrastaðni er tað vaksið.
Á Sandoynni er fólkatalið eisini alsamt minkað - men í fjør kom vend í og hetta seinasta árið er eisini fólkatalið í Sandoynni vaksið. Uttan iva er tað undirsjóvartunnilin, sum hevur fingið gongdina at venda.
Hetta seinasta árið er fólkatalið í Suðuroynni minkað 40 fólk og í Norðstreymoy er tað minkað 19 fólk. Men annars er tað vaksið allastaðni. Men verða hesi seinastu tíggju árini tikin undir einum, er tað bara Suðuroy, sum er í teirri serstøðu, at fólkatalið er minkað.
Á talvuni niðan fyri, sæst hvussu gongdin hevur verið ymsastaðni í landinum hesi seinastu 10 árini. Vinstrumegin er fólkatalið 1. apríl í 2014, í miðjuni er fólkatalið 1. apríl í fjør og høgrumegin er fólkatalið 1. apríl í ár. Samstundis sum at fólkatalið er vaksið allastaðni, er tað minkað 64 fólk í Suðuroy, so Suðuroyggin dragnar alsamt longur afturúr.