Nú búgva 54.683 fólk í Føroyum. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.
Sostatt er fólkatalið vaksið 0,7 prosent hetta seinasta árið og tað svarar til ein vøkstur upp á 383 fólk.
Sostatt er fólkatalið í landinum nú vaksið í tíggju ár á. rað, men samstundis var fólkavøksturin hetta seinasta árið tann minsti síðan 2014.
Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, kom í hæddina á sumri í 2019, tá ið fólkatalið var vaksið 900 fólk síðani á sumri í 2018.
Síðan tá er fólkavøksturin minkaður spakuliga, og nú líkist hann nógv vøkstrinum á sumri í 2014.
Vøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 141 og eini nettoflyting á 242 fólk. Kortini vísa tølini, at burðaravlopið minkaði samanborið við undanfarna tíðarskeið, tí hóast deyðatalið minkaði, so minkaði føðitalið enn meir.
Hetta seinasta árið eru bara 555 børn fødd í Føroyum og tað eru 79 børn færri enn frá mai 2022 til í mai í fjør.
Samstundis doyðu 414 fólk og tað eru 30 færri enn frá í mai í 2022 til í mai í fjør.
Nettoflytingin minkaði eisini samanborið við undanfarna tíðarskeið, tí tilflytingin minkaði meiri enn fráflytingin. Samanlagt løgdust færri fólk afturat enn í undanfarna tíðarskeiði.