Fólkatalið í Suðuroynni heldur fram at minkar. Tað vísir ein spildurnýggj uppgerð, Tvøroyar Býráð hevur fingið frá landsfólkayvirlitinum.
Uppgerðin vísir at hetta seinasta árið, frá 6. august í fjør til 6. august í ár, er fólkatalið minkað eitt prosent.
Fyri einum ári síðani búðu 4.617 fólk í Suðuroy, men í gjár vóru 46 fólk færri í Suðuroy, tí tá búðu 4.571 fólk í Suðuroy.
Sostatt er fólkatalið í Suðuroynnu aftur farið niður um 4.600 fólk. Annars hevur tað ligið oman fyri 4.600 fólk síðani á jólum í 2019.
Eftir yvirlitinum hjá Tvøroyrar Býráð, er fólkatalið kortini kvinkað upp eftir í fýra kommunum hetta seinasta árið.
Tað er á Tvøroyri, har fólkatalið er hækkað átta fólk, ella 0,5 prosent, so at tað nú búgva 1.760 fólk á Tvøroyri.
Hinvegin vísir yvirlitið hjá býráðnum eisini, at síðani á nýggjárinum, er fólkatalið á Tvøroyri vaksið 17 fólk, ella eitt prosent.
Í Hovi búgva nú 106 fólk og tað eru tvey fólk, ella 1,9 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.
Í Porkeri búgva nú 324 fólk og tað eru tvey fólk, ella 0,6 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.
Og í Sumba búgva nú 328 fólk og tað er eitt fólk, ella 0,3 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.
Hinvegin er fólkatalið minkað nakað bæði í Hvalba, í Fámjin og í Vági og
Í Hvalba búgva nú 633 fólk og tað eru heili 19 fólk, ella 2,9 prosent minni enn fyri einum ári síðani.
Í Vági búgva nú 1.346 fólk og tað eru 34 fólk, ella 2,5 prosent færri enn fyri einum ári síðani.
Samstundis má ásannast, at enn hevur tað ikki havt nakra ávirkan í Fámjin at tey fara at fáa tunnil.
Tað er eisini í Fámjin, har fólkatalið er minkað mest upp á seg. Í Fámjin búgva nú 74 fólk og tað eru seks fólk, ella 7,5 prosent minni enn fyri einum ári síðani, vísir nýggja yvirlitið hjá Tvøroyrar Kommunu.