Fólkakirkjan vitjan úr Danmark og Grønlandi

Endamálið er at fáa kunning um, hvussu føroyska fólkakirkjan er skipað, og hvussu viðurskiftini eru millum kirkju og samfelag

Myndir: folkakirkjan
folkakirkjan.fo
15. mars 2024 kl. 22:22

Hesa vikuna vitja umsitingarligu stjórarnir fyri tey 10 donsku stiftini í Føroyum. Somuleiðis er stjórin fyri stiftið í Grønlandi við á ferðini.

Endamálið er at fáa kunning um, hvussu føroyska fólkakirkjan er skipað, og hvussu viðurskiftini eru millum kirkju og samfelag.

Í gjár var vitjað á Biskupsgarði, har biskupur, dómpróstur og próstur greiddu frá.

Seinnapartin var fylgið í dómkirkjuni, og um kvøldið var biskupur vertur fyri einum døgurða.

Í dag var vitjað á Sandoynni, har Jákup Reinert Hansen, lektari, greiddi frá føroyskari kirkjusøgu. Eisini var vitjað í Sands kirkju.

Í morgin verður skipað fyri túri til Kirkjubøar saman við Sverra Steinhólm, diakonpresti, og sunnudagin fer fylgið avstað aftur.

Faktaboks

Eitt stift er kirkjuliga landfrøðiliga skipanin av fólkakirkjuni við einum biskupi og einari dómkirkju. Eitt stift kann vera býtt í fleiri próstadømir. Í próstadømunum er kirkjusóknir.

Danmark er landfrøðiliga býtt í 10 stift, meðan bæði Grønland og Føroyar er skipað sum 1 stift við einum biskupi og einari dómkirkju.

Eitt stift verður eisini nevnt bispadømi, og er embætisøki hjá staðbundna biskupinum.

Hvørt stift hevur eina umsiting við einum stjóra. Donsku stiftini hava neyvt samstarv hvørt við annað, og tað er umsitingarliga leiðslan, sum vitjar í Føroyum í løtuni.