Fólkaheilsuráðið kemur við nýggjum skíggjaráðum

Við støði í vísindaligari gransking, hevur Fólkaheilsuráðið arbeitt við neyvum skíggjaráðum, har millum annað verður nevnt, at børn ikki skulu fáa snildfon, fyrr enn tey eru 14 ára gomul

Sigurjón Einarsson
2. desember 2021 kl. 14:39

Skíggjar eru komnir fyri at vera, men hetta merkir ikki, at vit einki skulu gera fyri at tryggja eina skynsama skíggjanýtslu. Seinastu árini er meiri vísindalig gransking komin á økinum, ið sigur, at tá tøknin ikki verður nýtt rætt, kann hon hava negativar avleiðingar fyri svøvnin, sálarheilsu, málsligar førleikar, kropsliga heilsu, atferð, fakligheit, uppmerksemi, trivnað og menning, skrivar Fólkaheilsuráðið í einum tíðindaskrivi.

Fólkaheilsuráðið nevnir tríggjar samanhangandi faktorar, sum kunnu avmarka negativu avleiðingarnar av skíggjanýtslu: Aldur, hvussu vit brúka skíggja og alternativ fyri at brúka skíggja

Fólkaheilsuráðið hevur í samband við gransking á økinum gjørt ein faldara, sum eisini liggur á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum.

Boðini í faldaranum eru millum annað:

·         At børn í fyrsta lagi fáa snildfon, tá ið tey eru 14 ára gomul

·         At børn og tannáringar, yngri enn 14 ár, bert nýta netið, tá ið foreldur eru kring tey

·         At børn ikki hava skíggja á kamari fyrr enn tey, í fyrsta lagi, eru 16 ára gomul

·         At skúlar hjálpa børnum og tannáringum at avmarka skíggjanýtlsuna og eggja til sosiala samveru við at hava snildfonfríar skúlar

Viðmæld skíggjatíð

“Almennu skíggjaráðini – góð fyri heilsu, trivnað og menning hjá børnum og ungum” verða løgd fram á Fólkaheilsuráðstevnuni “Hvussu hevur tú tað, barn?” í Kongshøll í morgin og verða tøk sum faldari á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum í samband við ráðstevnuna.

Til ber eisini at lesa meira um nýtslu av sosialum miðlum hjá føroyingum – greining frá “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019 kann lesast her.