Fólkafráflytingin skal vendast enn eina ferð

Sum høvuðsstaðarkommuna hava vit ein heilt sentralan leiklut í at venda neiligu gongdini við fólkafráflyting. Høvuðsstaðurin er - eins og í hann er í øðrum londum - hjartað sum pumpar lív út í æðranar. Skal Føroyar vera nakað, sum fólk skulu síggja møguleikar í og velja til, noyðist høvuðsstaðarkommunan at átaka sær eina lyklaábyrgd.

Barbara Gaardlykke Apol 
5. november 2024 kl. 20:51

Bústaðarmøguleikar


Seinastu árini hevur tað verið sera trupult at sett sær búgv í Tórshavnar Kommunu, bæði í býnum, men eisini í teimum smærri økjunum í kommununi. Ongin kann virka uttan tak yvir høvdið og eitt støðugt heim. Tað er ein fortreyt fyri at trívast. Tí er bústaðarmarknaðurin tað týdningarmesta, sum vit skulu taka hond um komandi 4 árini. Kommunan skal stykkja út til ymisk sløg av bústøðum til ymiskar tørvir, og kommunan skal sjálv taka stig at byggja lestrar-, eldra- og almannagagnligar bústaðir. 


Lestrarbýur

Vit mugu ásanna, at vit kappast við okkara grannalond um okkara ungdóm. Av øllum, sum leita sær uttanlands, kemur bert helvtin heimaftur. Fyri at vinna kappingina um okkara ungdóm krevst, at kommunan er ein virkin og luttakandi viðspælari til Kampusætlanina. Vit skulu hugsa fleiri loysnir, eitt nú lestraríbúðir, studentahús, kaféir, bókasøvn, Bacalao, Sjóvinnuhúsið og so framvegis. Hetta er alneyðugt, skulu vit varðveita okkara ungu, og fáa tey heim aftur, sum velja at lesa í útlandinum. 


Mentan og frítíð

Hvar vit velja at festa røtur er í alsamt størri mun ávirkað av, hvørji trivnaðartengd tilboð ein kommuna kann veita. Hetta kann vera kjarnutænasturnar, sum eitt nú dagstovnar, men í líka stóran mun er tað mentanartilboðini og frítíðarlívið. Eg haldi, at okkara kommuna skal skapa karmar fyri fjølbroyttum frítíðarlívi - alt frá fótbólti til skateboard, og frá svimjing til sjónleik. Vit skulu styrkja bókasavnsøkið, tryggja góðar karmar til listafólk, fáa fleiri stór spælipláss sum eitt nú Grasagarður, og vit skulu tryggja børnum og ungum javna atgongd til frítíðarverksemi við einum frítíðarkorti. 


Integratión

Ein bólkur, sum vit hava lyndi at gloyma, eru tey mongu, sum koma higar úr øðrum londum. Útlendingarnir í kommununi hava ein øðrvísi tørv enn vit onnur, og tað er týdningarmikið fyri eina samanhangandi og væl virkandi kommunu, at vit taka væl móti teimum, sum hava valt okkum til. Vit mugu gera fleiri integratiónsfremjandi átøk fyri okkara útlendsku borgarar, sum gera tað lætt hjá útlendskum borgarum at finna veðleiðing og ráðgeving um hvørji tilboð vit kunnu bjóða teimum sum kommuna. At venda gongdini er ein tann týdningarmesta uppgávan komandi 4 árini. Eg eri klár at bretta upp ermar.

Barbara Gaardlykke Apol 


Valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar Býráð