Fólkaflokkurin leggur Familjupakkan fram

Vit vilja meira enn fegin fáa afturmeldingar. Tí skipa vit fyri almennum fundi á Hotel Hafnia týskvøldið 22. oktobur kl. 18:00.

Fólkaflokkurin/Tíðindaskriv
17. oktober 2024 kl. 13:57

Øll hava møguleikan at koma við viðmerking, spurningum og atfinningum um familjupakkan, sum Fólkaflokkurin leggur fram. Hetta verður týskvøldið kl. 18:00 á Hotel Hafnia í Havn – øll eru hjartaliga vælkomin forbí.

 

Vit hava seinastu árini sæð eina keðiliga í gongd í føroyska samfelagnum. Færri børn verða fødd, og fleiri ung fara av landinum. Orsøkirnar til hesa gongd eru helst samansettar. Tó má politiski myndugleikin altíð gera sítt til at basa hesum.

Og tað gera vit í Fólkaflokkinum.

Fyri stuttum kunngjørdu vit ein familjupakka, sum innihelt fleiri uppskot um, hvussu tað fíggjarliga og sosialt skal gerast lættari og betri at vera familja í Føroyum.

Í tí sambandi hava vit fingið rættiliga nógvar spurningar og viðmerkingar um familjupakkan.

Vit vilja meira enn fegin fáa afturmeldingar. Tí skipa vit fyri almennum fundi á Hotel Hafnia týskvøldið 22. oktobur kl. 18:00.

Endaliga skráin verður løgd út á heimasíðu okkara skjótt.

Øll eru hjartaliga vælkomin!