Ongi úrslit

Fólkaflokkurin krevur mál um felagshúsið hjá FC Hoyvík fyri býráðið

Høgni Vilhelmsen, vinstrumegin, og Birgir Nielsen
Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen
26. mars kl. 08:40

Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen, býráðslimir, ynskja, at lív aftur kemur í verkætlanina um nýtt felagshús við endan av vøllinum í Hoyvík. Málið kemur til umrøðu í Tórshavnar Býráð hósdagin 27. mars. Teir báðir heita á allar býráðslimir um at stuðla málinum. 

Fótbóltsfelagið FC Hoyvík er í stórum vøkstri, og nógv lív er á vøllinum framvið Karlamagnussarbreyt í Hoyvík.

Sambært nýggjum tølum frá FSF eru heili 421 leikarar frá 5 til 17 ár skrásettir hjá felagnum.

Hetta er nógv størsta tal á ungdómsleikarum í Føroyum í dag.

Øll, sum búgva ella ferðast við Karlamagnussarbreyt í Hoyvík, vita, at kringumstøðurnar við vøllin eru ikki nøktandi fyri leikarar ella áskoðarar. Ein fyribils lon stendur á økinum, sum hvørki er egnað ella er nøkur varandi loysn. 

Tey, sum varða av FC Hoyvík hava í fleiri umførum verið í samband við Tórshavnar Kommunu við ynskjum um eitt felagshús.

Tey í felagnum ynskja eitt felagshús, sum verður bygt við norðursíðuna niðan móti Skúlanum við Løgmannabreyt, umframt at seinni kann áskoðarapláss eisini byggjast á eystursíðuni.

Hetta er ein góð loysn, sum loysir framtíðar hølisviðurskiftini um eitt felagshús hjá FC Hoyvík. Harumframt kann Skúlin við Løgmannabreyt eisini brúka felagshúsið, og sum heild kann húsið verða brúkt til eitt bygdarhús í Hoyvík, har ung og eldri kunnu koma til alskyns tiltøk. 

Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen ynskja, at meiri peningur verður settur av til felagshúsið – og at arbeiðið við projektering og byggingin kann fara í gongd so skjótt sum gjørligt.

Málið um felagshús hjá FC Hoyvík var síðstu ferð fyri býráðið tann 20.juni 2024. Tá staðfesti umsitingin tørvin og at arbeiðið mátti fara í gongd áðrenn árskiftið 2024. Síðani er einki hent.

Fólkaflokkurin hevur ynskt málið fyri býráðsfundin hósdagin 27.mars.

– Vit fara at heita á allar býráðslimir í Tórshavnar Býráð um at stuðla málinum. At vit skulu seta meira pening av, soleiðis at arbeiðið við projektering og bygging av nýggjum felagshúsi kann fara í gongd skjótast gjørligt. Hetta kemur at betra munandi um trivnaðin hjá øllum teimum mongu íðkarunum í FC Hoyvík, siga Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen.

Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð:

Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen                                                  

Mest lisið hesa vikuna

Stjól fyri 8.000 krónur úr handli í Havn

17. apríl kl. 09:15

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

Í gjár kl. 16:55

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

From the river to the sea – jødar fáa ikki frið

16. apríl kl. 21:08

Hetta skipið skal avloysa Smyril tá ið hann fer í dokk í heyst

Í gjár kl. 09:28

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

8 tímar síðan