Kjakið í Føroyum í seinastuni hevur snúð seg um spurningin um fría abort. Summi vilja herða verandi lóggávu, meðan onnur vilja avtaka hana og gera abort fría í Føroyum.
Í Írlandi er kjakið um fría abort eisini heitt og hevur verið tað leingi. Landið, ið hevur ein meiriluta av katolikkum, hevur sera strangar reglur um abort, og er tað bert loyvt undir ógvuliga serligum umstøðum.
Men nú skulu írar til fólkaatkvøðu at avgreiða spurningin. Tað skrivar the Independent.
Talan er um tað 8. grundlógarískoyti, ið javnsetir lívið hjá tí ófødda barninum við tað fødda. Um atkvøtt verður fyri at broyta tað 8. grundlógarískoyti verður abort loyvd í "næstan øllum førum".
Sambært the Independent so ferðast túsundtals kvinnur árliga til Onglands at taka abort. Ferðakostnaður, uppihald og kostnaður av læknaligari og medisinskari viðgerð kann gera hetta til eina sera dýra ferð.
Claire McGowran, sjálvboðin limur í London-Irish Abortion Rights Campaign, sigur við the Independent, at málið er at púrasta avtaka tað 8. grundlógarískoyti, og ikki bert broyta tað. "Minsta krav skal vera, at kvinnur hava rætt til eina fría og trygga abort, óansæð hvussu hon bleiv við barn."