Skattalættin hjá samgonguni er kærkomin. Tað halda tey í Fakfelassamstarvinum.
Men tey halda kortini, at tað er spell, at skattalættin ikki kemur teimum til góðar, sum hava mest brúk fyri honum.
Tey hava roknað út, hvussu stórur skattalættin verður og í hesum sambandi hava tey brúkt eina familju sum dømi. Og talan er um eina familju við sær við tveimum smábørnum, eini sethúsaskuld upp á 2,5 milliónir, og sum harumframt hevur eitt lítið billán.
Fakfelafssamskipanin sigur, at myndin vísir at næsta ár eru tað serliga inntøkurnar ímillum 380.000 krónur og
700.000 krónur um árið, ið fáa tann størsta skattalættan. Og táið landsskatturin aftur verður umskipaður í 2025, eru tað inntøkurnar frá 460.000 krónum upp í 600.000 krónur, ið fáa tann størsta skattalættan.
Miðallønin í Føroyum liggur um einar 30.000 krónur um mánaðin, ella 360.000 krónur um árið.
Men sum myndin vísir, fáa fólk við eini miðal inntøku bara ein avmarkaðan skattalætta, samanborið við hvat fólk við góðari løn, fáa.
Næsta ár fáa fólk við eini miðalløn ein skattalætta upp á 400 krónur um mánaðin, og í 2025 verður hann einar 700 krónur.
Skattaumskipanin verður millum annað fíggjað við øktum avgjøldum á tungolju, dieselolju og
bensin. Eisini verða nakrar serskipanir niðurlagaðar.
Hyggja vit aftur eftir húskinum, sum er nevnt omanfyri, kann væntast, at hendan familjan
fær øktar útreiðslur til orku upp á minst 350 krónur um mánaðin.
Og hetta er í minsta lagi, tí talan er um eina familju, har tey ikki hava langt at ferðast til arbeiðis, og sum sostatt ikki koyra so nógv.
Er talan um familju sum koyrir nógv, hækka útreiðslurnar til olju og bensin enn meira.
Fakfelagssamstarvið vísir á, at av tí, at avgjøldini á brennievni hækka, fer streymurin á streymi helst eisini upp. Somuleiðis er væntandi, at hægri orkuprísir kunnu fáa vinnulívið at hækka prísin á gerandisvørum, og tænastum, sum longu eru dýrkaðar nógv.
Meginparturin av skattalættanum vil tí fara til øktar útreiðslur og soleiðis ikki lætta um fíggjarliga dagligdagin hjá teimum mongu, sigur Fakfelagssamstarvið.
Tí heldur Fakfelagssamstarvið ikki, at ætlaða skattaumskipanin er ein stórvegis hjálp hjá teirra limum.
Fakfelagsamstarvið er eitt samstarv ímillum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.