Fólk samlast á Vaglinum

Bøndur eru eisini á veg oman í miðbýin í Havn við traktorum

Fríðmundur Nattestad
19. mars 2024 kl. 12:41

Løgtingið viðgerð í dag uppskotið um gongd í haga, og tað fer ikki aftur við borðinum hjá bøndrunum.

Bæði Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava heitt á bøndur um at møta mannsterkir upp í Løgtinginum at lurta.

Bøndur eru eisini á veg oman í miðbýin í Havn við traktorum og at ætlanin er at koyra rekkjukoyring við traktorum fyri at mótmæla lógini um gongd í haganum og tað kann tarna ferðsluni.