Fólk kunnu verða sjúk av at eta hesa dypp-sósina

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av dyppi

Áki Bertholdsen
26. september 2023 kl. 13:55

Heilsufrøðiliga Starvsstvoan ávarar nú ímóti einum slagi av dyppi. Talan er um Santa Maria Dip Nacho Cheese Style, sum er ein dyppsós við osti í.

Talan er um dórsir, sum viga 250 gramm netto og sum eru merktar at vera best fyri allar dagar ímillum 01.06.2025 til 31.08.2025.

 Orsøkin til ávaringina er, at bakterian, Bacillus cereus, er funnin í sósini og tí kunnu fólk verða sjúk av at brúka hana.

Sjúkuteknini eru búkilska og leyst lív og matvørueftirlitið í Danmark mælir til, at fólk, sum verða sjúk av hesi dyppsósini, venda sær til lækna.
 Annars mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til, at tey, sum liggja inni við hesum, koyra tað í skrell, ella lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.