Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar Undir Fossum í Klaksvík. Tað er ein góður beinur vegur, so har liggur væl fyri at koyra.
Og løgreglan sigur, at fólk hava ringt til tey at kæra sína neyð um, at nógvir bilar koyra ov skjótt á vegnum so tey føla seg ikki trygg.
Løgreglan sigur, at eftir áheitan fra fólki fóru tey sostatt hagar at gera ferðmátingar í gjár. Og tað gekk sjón fyri søgn, at fólk høvdu greiði í sínum máli um at bilarnir koyrdu ov skjótt.
Seinnapartin í gjár fingu sjey bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt Undir Fossum. Har er loyvt at koyra 50, men seks av bilførarunum koyrdu nakrar og 60 kilometrar um tíman, so teir fingu allir bót.
Men so var tað ein, sum koyrdi 74 kilometrar um tíman, so hann fær bæði bót og klipp í koyrikortið.
Løgreglan sigur, at ein av hesum bilførarunum fekk eisini 700 krónur í bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær og ein fekk eisini 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at hava leyst barn í bilinum.
Samstundis ávarar løgreglan um, at nú tey hava staðfest, at tað verður koyrt ov skjótt Undir Fossum, fara tey at hava eitt vakið eyga við tí, so tey fara at gera regluligar ferðmátingar har av og á.