Fólk í túsundatali eru í bíðirøð at fáa atgongd til nýggju appina hjá Donald Trump

Teir fyrstu brúkararnir hava nú tikið nýggja sosiala miðilin hjá Donald Trump, Truth Social, niður á telefonina

Sigurjón Einarsson
22. februar 2022 kl. 11:10

Í gjár høvdu iPhone-brúkarar møguleikan at taka nýggja sosiala miðilin hjá Donald Trump niður, ið eitur “Truth Social”. Og tað vóru eisini nógv fólk, sum gjørdu sær dælt av hesum.

Tað upplýsa fólk, ið høvdu bílagt appina á Apple App Store frammanundan, til tíðindastovuna Reuters.

Enn er ikki møguligt at taka nýggja sosiala miðilin niður í Føroyum

Men sambært Reuters, so er stórur áhugi at fáa fatur á Truth Social, sum á App Store verður lýst sum ein miðlapallur, ið er “óheftur og fríur fyri politiskum mismuni”.

Á Twitter skriva fleiri brúkarar – við tilhoyrandi skermmyndum – at tey hava gjørt sær ein brúkara á nýggju appini, men at tey standa í bíðirøð til at fáa atgongd til appina.

Rebecca Downs, ið er redaktørur á konservativa miðlinum, Townhall.com, skrivar á Twitter, at hon er nummar 10.722 í bíðirøðini at sleppa inn á Truth Social.

– Eg var so glað, tá eg kundi gera mær ein brúkara á Truth Social, men tað vísur seg, at eg eri nummar 10.722 í bíðirøðini, skrivar hon.

Nýggi sosiali miðilin hjá Donald Trump er mentur sum eitt alternativ til Facebook, Twitter og YouTube – hetta eru eisini miðlarnar, ið hava útihýst fyrrverandi amerikanska forsetan, eftir at viðhaldsfólk hjá honum lupu á Capitol Hill tann 6. januar í fjør.

Fyrrverandi forsetin er ákærdur fyri at hava eggjað sínum viðhaldsfólki til at leypa á Kongressina. Donald Trump var nógv at síggja á Twitter, har hann hevði umleið 90 milliónir fylgjarar, tá hann bleiv útihýstur av Twitter.

Sambært Reuters líkist Truth Social Twitter á tann hátt, at brúkarar kunnu fylgja fólki og evnum, sum tey halda eru áhugaverd.

Meðan til til at deila sínar tankar á Twitter í einum twitter-boðum, so fer at bera til at deila “truth”, sum merkir sannleiki á føroyskum.

/ritzau/