Fólk í Hvalba skulu ansa sær
Har liggur ein heil tekja og fýkur í vindinum
Áki Bertholdsen
19 tímar síðan
Tað er rættiliga nógvur vindur og í hesum sambandi hevur løgreglan eina ávaring til fólk í Hvalba.
Har er ein heilt tekja tikin av vindi og kann verða vandamikil. Tað var ein tekja, sum var gjørd klár at leggja á, men hon er tikin av vindi í nátt og har liggja takplátur og fúka ímilum húsini og tað kann vera sera vandamikið.
Løgreglan heitir tí á fólk um at vísa størsta varsemi. Bjargingarliðið er í ferð við at bjarga tekjuni.