Fólk fyri lívi á gøtunum í Texas
Í gjár var árliga mótmælisgongan fyri lívi hildin í Texas
Ragnar Sjúrðarson
28. januar 2024 kl. 13:15
Í Austin í amerikanska statinum Texas vóru fleiri íbúgvar á gøtunum í gjár til árligu “Rally for Life”.
Mótmælisfólkini eru í móti fosturtøku – og á heimasíðuni hjá tiltakinum, stendur millum annað: “Vit skulu nú meira enn nakrantíð halda fram við okkara innsatsi fyri at stuðla lívinum”.
Tað er ólóligt at taka fosturtøku í Texas.
Í juni 2022 kolldømdi hægstirættur í USA avgerðina “Roe v. Wade” frá 1973, sum tryggjaði kvinnum rættin til fosturtøku í øllum USA.
Tað merkti, at grundlógartryggjaði rætturin til fosturtøku hjá kvinnum í Amerika varð tikin aftur. Í dag er tað upp til statirnar sjálvar, at lóggeva í spurninginum um fosturtøku.