Fólk frá bæði Sea Shepherd og Paul Watson vóru í grind í Gøtu í morgun

Men tað var friðarligt, men nakað av orðadrátti varð kortini ímillum ein grindamann og umboð fyri Sea Shepherd

Áki Bertholdsen
5. juli 2024 kl. 13:40

Sum vit hava skrivað áður, hevur grind verið í morgun. Tað høvdu bæði Sea Shepherd, og Paul Watson eisini fingið við og tey høvdu sent umboð til Gøtu at eygleiða grindadrápi.

Løgreglan sigur, at tað var nevniliga tað einasta, tey gjørdu, nevniliga at eygleiða og taka myndir.

Løgreglan var til staðar fyri at at tryggja, at alt gekk fyri seg við spekt og sóma. Tað gjørdi tað og eingin varð handtikin.

Umboðini fyri Sea Shepherd tóku myndir, men í onkrum føri vóru tey so nær, at grindamenn vórðu provokeraðir. Tað endaði við nakað av orðadrátti, men løgreglan sigur, at tað varð heldur ikki til meiri enn tað, so varð friður aftur.

Serliga var tað ein grinda-mótstøðumaður, sum vakti ans og tað er eitt umboð fyri Paul Watson. Hetta er maðurin, sum hevur verið at síggja við masku og reyðmálaðari svintu, og sum kallar seg The Blubber Butcher, ella Spikslaktarin.

Hann gjørdi ongum nakað, men børnini ræddust hann, tí hann sær øgiligur út, í hvussu so er í teirra eygum. Men í Føroyum er tað ikki ólógligt at vera í masku, ella at fjala andlitið, so hann fekk frið fyri løgregluni.

Alt øki rundan um grindina, ein fjórðing í allar ættir, eisini uppeftir, varð lýst sum grindaøki. Tað merkir, at óviðkomandi skulu halda seg uttan fyri.

Løgreglan sigur, at tað eru altíð nógv fólk innan fyri, og í morgun vóru eisini umboð umhvørvisfelagsskapirnir inni á grindaøkinum.

Men endamálið við at lýsa eitt grindaøki, er at taka trupulleikar seg upp, hava tey heimild til at vísa fólk av grindaøkinum. Men tað var so ikki neyðugt í hesum føri.

Tað órógvar heldur ikki Jacob Vestergaard, sýslumann, at umhvørvisfólk taka myndir av grindadrápi, tí hann sigur, at vit hava einki at skammast yvir.