Fólk flýggja undan skógareldum í Kalifornia

Óguvsligir skógareldar í suðurpartinum av Kalifornia, fáa nú fólk at rýma úr húsi og heimi

Guðrun í Jákupsstovu
11. desember 2017 kl. 12:06

Skógareldarnir í Kalifornia eru ikki givnir at gera um seg. Teir byrja nú at flyta seg norðureftir, og nærkast nú stórbýnum Santa Barbara, sum liggur umleið 160 kilometrar frá kenda býnum, Los Angeles.

Seks stórir eldar gera um seg í senn. Tann ógvusligasti, ið kallast Thomas, er tann, ið er á veg móti Santa Barbara.

Sløkkiliðsfólk hava barst móti eldinum í eina góða viku, men tað hevur verið sera trupult, tí at nógvur vindur hevur kykað uppundir eldin. Alt bendir tó á, at vindurin fer at minka í dag. 

Ógvusligu eldarnir hava eisini dálkað luftina, og eru stórir partar av suður-Kalifornia ávirkaðir av luftdálking.