Fólk fara eisini at fáa fullan stuðul næsta ár

Fólk fáa eitt skotbrá afturat at fáa sær bíligar hitapumpu

Áki Bertholdsen
1. november 2023 kl. 16:50

Tey, sum leggja um til jarðhita, hava fingið mvg aftur í stuðuli úr landskassanum.

Og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at tað fara fólk eisini at fáa næsta ár.

Í næstum fer hon Ruth at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta mvg-lógini. Endamálið er, at tey, sum leggja um til grøna orku fáa alt mvg aftur eisini næsta ár.

Frá 2025 verður stuðulin minkaður so líðandi, men hann verður niðurlagaður lagaligari enn ætlanin annars var. 

Nýggja uppskotið sigur, at í 2025 verður stuðulin 75 prosent av mvg útreiðslunum, í 2026 verður hann 50 prosent og í 2027 verður stuðulin 25 prosent. Og frá 2028 verður ongin stuðul latin.

Sum er er nú skuldi stuðulin lækka niður í 50 prosent longu nú frá 1. januar. Hetta skuldi eisini verða eisini galdandi fyri 2025 og í 2026 skuldi so allur stuðul fella burtur.