Tað eru túsundtals fólk, sum eru farin at hátíðarhalda dagin, nú Sandoyartunnilin letur upp.
Tað eru fleiri túsund fólk í tunlinum til gongu, ella á súkklu á veg av Gomlurætt í Sandoynna, og løgreglan sigur, at tað er rættiliga stýrt trýst á ferðsluni við báðar tunnilsmunnarnar.
Løgreglan heitir á bilførarar um ikki fara nærkast tunlinum fyrr enn eftir klokkan 15, tá ið hann letur upp fyri almenna ferðslu.
Og á Gomlurætt er slíkur ferðsluruðuleiki, at bussarnir hjá Bussleiðinu sleppa ikki framm og tí eru teir givnir at koyar til Kirkjubøar og tað verður ikki fyrr enn alt er yvirstaðið, um fimm tíðina, at koyringin verður tikin upp aftur.
Tá ið so nógv fólk eru savnað, kann altíð okkurt henda, men eisini samarittarnir hjá Reyða Krossi eru til staðar, og eru til reiðar at hjálpa. Skuldi nakar fingið brúk fyri hjálp frá Reyða Krossi, kann ringjast 283629.
Myndirnar eru frá Tórshavnar Býráði og Reyða Krossi