Føðingardagshaldið verður stórt í Gundadali

Trupulleikin hjá KÍ er, at fleiri av teimum bestu ikki vera á vøllinum ímóti moldoviska mótstøðuliðnum

Jóannes Hansen
24. august 2023 kl. 12:33

Í dag er 24. august, og í dag eru 119 ár síðani, at Klaksvíkar Ítróttarfelag varð stovnað. Í fyrstu atløgu vóru tað tennis og krokk, sum vóru ítróttargreinarnar, men skjótt snúði tað seg um fótbóltin, og KÍ er nú fótbóltsfelag burturav.

119. føðingardagurin verður hildin á Tórsvølli, har fyrsta bríksl ímóti FC Sheriff Tiraspol úr Moldova verður klokkan 19.45.

Í morgun boðaði KÍ frá, at tað verður ókeypis atgongd, og nú á middegi vóru mest sum øll setur sentralt og fram við langsíðunum bíløgd og eisini nógv aftanfyri málið.

KÍ og moldoviska mótstøðuliðið vandu á dystarvøllinum í gjárkvøldið. Hjá KÍ eru fleiri spælarar skaddir, og tað eru ivamál um aðrar. Tað er greitt, at Páll A. Klettskarð ikki verður tøkur í kvøld. Hallur Hansson er um at koma seg eftir skaðasteðg. Hann verður á beinkinum, og tað er møguleiki fyri, at hann fer at eiga onkran leiklut á vøllinum.

Sunnudagin fór René Shaki Joensen av vøllinum, tá ið tað restaðu fýra minuttir av fyrra hálvleiki. Lærkrikin argar, og tað er ivasamt, hvønn leiklut René fer at eiga í kvøld. Higartil í ár hevur hann verið millum teir bestu á KÍ liðnum. Claes Philip Kronberg og Heini Vatnsdal eru eisini darvaðir av skaðum, men tað verður roknað við, at í hvussu so er Heini Vatnsdal verður millum teir fyrstu ellivu í kvøld.

KÍ – Sheriff Tiraspol: Rade Obrenovič úr Slovenia kl. 19.45.