Føðingardagsfagnaður fyri symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum

Føroya Symfoniorkestur fer í februar komandi ár, í samband við 40-ára føðingardagin hjá symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum, at framføra saman við bólkinum Marius Ziska serligu verkætlanina “Floymandi nærvera”

Sigurjón Einarsson
3. mai 2022 kl. 07:53

Komandi ár eru tað 40 ár síðan, at Føroya Symfoniorekstur varð stovnað. Sama ár stóð eisini Norðurlandahúsið klárt at rúma alskins tiltøkum.

Í hesum sambandi fer konsertskráin hjá Føroya Symfoniorkestri í komandi ár at bera brá av fagnaði. Byrjað verður í januar komandi ár við nýggjárskonsertini og longu í februar fer ein heilt serlig verkætlan av bakkastokki.

Seinastu tvey árini hava Føroya Symfoniorkestur og Marius Ziska arbeitt saman við verkætlanini “Floymandi nærvera”, ið hevur verið eitt tætt samstarv millum partarnar - heilt frá hugskoti og til konsertframførslu.   

Tað er Bernharður Wilkinson, ið stjórnar orkestrunum.

– Tónleikurin hjá Marius Ziska er ljómfagur, fullur av fynd og hevur so nógv hjartarúm, at her sleppa bæði orkestrini veruliga til sín rætt.
Konsertin er ein standikonsert við pláss fyri 800 áhoyrarum, og nú gleða vit okkum bara til eitt brak av einari konsert saman við einum av bestu bólkunum  í Føroyum. Hetta verður ikki stórt, tað verður ein “Once in a lifetime” uppliving, sigur stjórin í Føroya Symfoniorkestri í einum tíðindaskrivi.

Marius Ziska
Hans Marius Ziska verður av mongum hildin at vera ein av Føroya bestu sangarum og sangskrivarum.
Sum frontmaður í bólkinum Marius Ziska hevur hann givið fimm útgávur út. Eftir góðu móttøkuna, sum útgávan Home/Heim hjá Marius Ziska fekk – har helvtin av sangunum vóru á føroyskum – tók bólkurin eina avgerð um, at teirra næsta útgáva, Portur, skuldi øll vera á føroyskum. Heildarútgávan, sum bólkurin er í holt við at leggja seinastu hond á í hesum døgum, og sum eftir ætlan skal koma út í heyst, verður somuleiðis øll á føroyskum. Marius Ziska er ein ambitiøsur bólkur, bæði hvat tónleiki og tekstum viðvíkja. Bólkurin megnar støðugt at skapa eina sera modernaða og tó eksperimenterandi ljóðmynd.

Tónleikararnir í bólkinum megna sera væl at ferðast millum ymiskar tónleikasjangrur, og hoyrir tú tí íslett av øllum frá fólkatónleiki til rokk, jazz og blues, tá ið tú ert til eina konsert hjá Marius Ziska.

Manningin, ið myndir bólkin Marius Ziska, er Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen og Jan Rúni Poulsen.

Teksthøvundur er Hans Jacob Kollslíð.

Arrangørar   
Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason útseta tónleikin hjá Marius Ziska fyri symfoniorkestur. Talan er um tríggjar arrangørar við hollum royndum, og sum teljast millum teir bestu vit eiga.
Atli K. Petersen hevur í mong ár skrivað og útsett fyri Føroya Symfoniorkestur. Tróndur Bogason er tónaskald og arbeiðir millum annað saman við Aldubáruni og Eivør. Magnus Johannesen hevur skrivað nógv fyri bigband, og hevur júst skrivað tónleikin, ið varð framførdur til barnakonsertirnar hjá symfoniorkestrinum fyrr í ár.

Stað: Norðurlandahúsið

Tíð: 11.februar 2023 kl. 19.30

Kostnaður: Vaksin 495 krónur. Ung undir 18 ár 345 krónur.